Print Friendly, PDF & Email

Fyrireikingarnar til 2017 ganga skjótt fyri seg, og í dag er enn ein styrkur komin til hópin hjá okkum.

21 ára gamli miðverjin Jákup Andrias Gaardbo hevur í dag sett sítt navn á ein eitt ára sáttmála við okkum.

Jákup Andrias, ið hevur spælt sínar fyrstu 15 dystir í Effo deildini fyri barndómsfelagið NSÍ, hevur eisini spælt á Skála, sum hann umboðaði seinnu hálvu í fjør. Afturat dystunum í fremstu deildini er hann eisini skrásettur fyri 78 dystir í næstfremstu deildini.

Vit skulu nýta høvið at ynskja Jákup Andrias hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar.

Koyr á, ÍF!