Í kvøld er enn ein leikari komin til okkum. Talan er um royndan mann, sum hevur spælt 282 dystir í fremstu deildini, og var við í øllum 27 dystunum í farna kappingarárið. Leikarin, sum verður at síggja í Fløtugerði, er eingin annar enn Alex José dos Santos.
Brasiliumaðurin, ið er 34 ára gamal, telist millum bestu vinstru bakkar í landinum, kom til Føroya í 2004, tá hann kom til B36. Har leikti hann til og við 2008, tá hann skifti til EB/Streym, sum hann spældi við, til hann fór til HB í 2012. Nú kemur hann so til okkum, har hann hevur skrivað ein eitt-ára sáttmála.
Sum vinstri bakkur er Alex eins væl kendur fyri sínar framrættaðu dygdir, sum higartil hava kastað 30 mál í fremstu deildini av sær, umframt hópin av uppleggum.
Alex er ikki ókendur í Fuglafirði, tí fyrrverandi landsliðsliðskiparin og ÍF verjukempan, Kristian Petersen, er verfaðir hansara.

Vit ynskja Alex hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ÍF.
Fylg við á if.fo, um tíðindir, sum viðvíkja okkum.

 

Koyr á, ÍF!