Print Friendly, PDF & Email

Í kvøld hava vit gjørt avtalu við ein leikara, ið kemur at styrkja um vejuna hjá okkum.

Talan er um 23 ára gamla Gunnar Christiansen, ið fyri tað mesta er at finna á høgra bakki. Gunnar, sum bara hevur umboðað KÍ, hevur spælt 40 dystir í Effodeildini, umframt 37 í fyrstu deild. Í 2013 var hann ein partur av U21 landsliðnum, har hann spældi 2 landsdystir.

Vit skulu nýta høvið at bjóða Gunnar vælkomnan til Fuglafjarðar, og vit gleða okkum til at síggja hann í reyða búnanum.

Koyr á, ÍF!