Print Friendly, PDF & Email

Sum fleiri miðlar hava skrivað, so hava vit styrkt um hópin. Í gjárkvøldið bleiv sáttmáli gjørdur við 24 ára gamla verjuleikaran, Jógvan Isaksen. Hóast hann bert er 24 ára gamal, er tað ein royndur harri, ið kemur at styrkja um verjuna hjá okkum. Hann hevur leikt 104 dystir í bestu deildini, umframt at hann hevur 52 dystir í næstbestu deildini. Teir flestu av hesum dystunum hevur hann spælt við KÍ, men fyrru hálvu í ár hevur hann spælt við AB. Hann hevur eisini spælt nakrar ungdómslandsdystir, og var partu av U21 landsliðnum í 2011 og 2012. Jógvan kemur at spæla við blusu nummar 23, sum eitt nú Fritleif í Lambanum og Andy Olsen áður hava brúkt.

Vit ynskja Jógvani vælkomnan til ÍF og Fuglafjarðar.

KOYR Á, ÍF!