Árliga kappingin hjá Venjarafelagnum, VFF Cup, hevur verið um vikuskiftið. Vit luttóku, og spældu okkara menn 4 dystir. Dystirnir vóru spældir móti FC Suðuroy, HB, TB og AB. Alex valdi at stilla við sama liðið móti FC Suðuroy og HB, og mannaðu hesir 11 liðið: Pedrag, Leivur, John Daniel, Bartal, Jan, Sjúrður, Fritleif, Andy, Andrias, Nenad og Jákup Oluf. Fyrsti dysturin endaði við málleysum javnleiki, har vit tó høvdu onkrar møguleikar fyri at avgerða dystin. Seinni dysturin endaði við 1-0 tapi móti HB, sum seinni á degnum vann kappingina.
Til dystirnar móti TB og AB var byrjunaruppstillingin broytt, og spældu hesir 11 frá byrjan: Hallgrím, Arnold, Margeir, Poul, Áki, André, Frank, Ari, Levi, Kristoffur og Dánjal. Dysturin móti TB var leikliga okkara besta avrik, og endaði dysturin við 1-1 javnleiki. Einsamalla málið skeyt Levi. Dysturin móti AB endaði við einum 1-0 ósigri.
Um hópin kann annars sigast, at Adeshina Lawal er komin til landið, men hevur ikki vant enn, og tí luttók hann ikki í kappingini. Clayton kemur fyrsta dagin, og eru vit sostatt skjótt fullmannaðir. Tað kunnu verða summi, ið undrast á, hvør annar av miðverjunum til fyrsta dystin er. John Daniel Guðjónsson er ein klaksvíkingur, sum hevur vant við okkum í eina tíð, men enn er ikki endalig støða tikin, um hann verður partur av hópinum í ár.

Fylg við if.fo um tíðindi um ÍF.

KOYR Á, ÍF!!