Vit sóu ein løgnan dyst milum NSÍ og ÍF í Fløtugerði í dag.
Teir fyrstu 15 minuttirnar sóu vit tvey jøvn lið, ið løgdu seg eftir at spæla góðan og vakran fótbólt. Men sum dysturin leið, tók ÍF yvir og spældu seg til fleiri málmøguleikar.
So einaferð bragdaði.
Ágrýtið og skilagott spæl gav umsíðir úrslit. Nenad við sínum góðu bóltførleikum, fór úti í vinstru síðu, slapp framvið fleiri NSÍ – arum, og sendi so bóltin inn fyri málið, har málrrevurin Clayton stóð, og smekkaði bóltin í netið til støðuna 1 – 0.
NSÍ – ararnir sóu út til at falla í fátt, tí einki bar til hjá teimum. Teir royndu at byggja upp fleiri álop, men ÍF – verjan, ið stóð seg sera væl, dugdi væl at lesa spælið hjá NSÍ av og høvdu ikki trupulleikar at steðga teimum.
Eitt framhaldandi trýst var á NSÍ málið, og nakað fyri hálvleik eydnaðist fuglfirðingum at fáa næsta málið, ið var ein sonn perla. Ari hevði bóltin úti í høgru síðu, skeyt væl innfyri, har ágrýtni spælarin Dánjal á Lakjuni lá flatur í luftini, og høvdaði bóltin trygt í netið til støðuna 2 0 til ÍF, ið var hálvleiksstøðan.
Mong vóru tey, ið hildu, at dysturin var avgjørdur, tí ÌF liðið spældi nógv betur, men tey fingu annað at síggja.
Tá ið dómarin bríkslaði annan hálvleik í gongd, vóru liðini sum hamskift. NSÍ liðið var ikki at kenna aftur, tí teir stríddust eftir hvørjum bólti, og liðið vann so at siga allar bóltarnar.
ÍF – liðið var eisini hamskift frá at vera eitt lið, ið stríddist sum úlvur á skóg, varð vorðið steindeytt, einki bar til og NSÍ liðið tók yvir.
NSÍ lið hevur fleiri góðar málskjúttar, ið ikki hava fyri neyðini at hava so nógv pláss fyri at gera mál. Og júst tað hendi. Tá ið komið var nakað út í seinna hálvleik, fekk Árni Frederiksberg bóltin beint uttanfyri 16 meturin púra fríur og hann smekkaði bóltin í netið til støðuna 2 – 1.
Eitt vakurt mál.
ÍF – liðið vísti lítið í seinna hálvleiki, orkan var við at ganga undan, og NSÍ – liðið var nógv ágrýtnari enn ÍF – liðið.
Við tógvið stríð í fyrra hálvleiki eydnaðist tað fuglfirðingum at vinna, men í seinna hálvleiki vístu fuglfirðingar lítið og einki og kunna prísa seg lukkuligar fyri at hava vunnið dystin í dag.

Signar