ÍF hevur í mong ár havt næsta liðið í triðbestu føroysku deildini, og hevur hetta liðið lati mangar góðar leikarar til besta liðið hjá ÍF ígjøgnum ár og dag. Eisini hava nógvir góðir venjarar byrja sína yrkisleið á næstbesta liðnum hjá ÍF, og hava fleiri av hesum arbeitt seg skjótt upp ígjøgnum rekkjurnar í føroyskum fótbólti. Hetta kann verða TÍN møguleiki innan venjarayrki.

Uppgávur:
– Leggja ætlanir fyri kappingarárið hjá 2. deild hjá ÍF fyri 2016 og møguliga longur fram í tíðina
– Standa fyri dygdargóðum og gevandi venjingum min. 3 ferð um vikuna
– Standa á odda til allar dystir hjá 2. deild í 2016
– Arbeiða í tøttum samstarvið við venjaratoymið á Effoliðnum (Jógvan Martin Olsen og Jákup Mikkelsen)

Hvat kann felagið bjóða tær fyri at røkja hesar uppgávur:
– Eitt spennandi og energiskt umhvørvið, har tú hevur møguleika fyri at gera mun
– Sera góðar menningarmøguleikar, har tú kanst sparra við sera dugnaligar venjarar
– Møguleika fyri at útbúgva teg innan venjara- og leiðara yrki
Eisini bjóðar felagið:
– Eina fasta løn, sambært avtalu
– Øll neyðug klæðir og útgerð sum tú hevur brúk fyri
– Útbúgving/ar innan venjara- og leiðara øki

Starvið verður sett skjótast til ber og helst áðrenn tann 1. februar 2016. Ynskiligt er at fáa sett venjara í starv longri enn 1 ár. Starvið er tó bert lønt 8 – 9 mánaðar um árið.
Umsøknir við CV o.ø. kunnu sendast til: [email protected]

Um spurningar eru um eitthvørt, ert tú vælkomin at seta teg í samband við formannin í felagnum, Leif André Eliasen á tel. 228716.