Ungdómsleikarar, ið runnu flest metrar, vóru Noah Mneney, Fríði R. Petersen, Liam H. Johannesen og Aron Kensson.

Ungdómsleikari sum savnaði mest í stuðli var Jákup Tórsteinsson.

Teir vunnu allir ein bólt sum var signeraður av EFFO leikarunum hjá ÍF.

Vaksnamannaleikarar sum runnu flest metrar, og savnaðu mest í stuðli vóru Kristoffur Jakobsen og Gunnar Christiansen. Teir báðir vunnu hvør sítt gávukort fyri 2 frá Muntra.

ÍF vil takka leikarunum, stuðlum og øllum teimum sum á ein ella annan hátt vóru við til stuðulsrenningina 2016.