Print Friendly, PDF & Email

Síðan vit fingu staðfest, at Jan Ó. Ellingsgaard ikki verður partur av hópinum framyvir, hevur verið leitað eftir einum avloysara, sum livir upp til allar treytir, felagið hevur. At finna ein royndan avloysara var ikki lætt, men leitingin hevur givið úrslit. Vit hava í kvøld skrivað undir sáttmála við 38 ára gamla Sjúrður Jacobsen. Sjúrður hevur higartil spælt 289 dystir í fremstu deildini, og er skrásettur fyri ikki minni 459 – allar við barndómsfelagnum NSÍ – dystir í øllum kappingum, síðan hann fyrstu ferð spældi í 1994. Sjúrður er ein dugnaligur og tekniskur verjuleikari, ið hevur sínar styrkir við bóltinum og serliga neyvleiki í avleveringum er nakað, sum eykennir hann.

Vit ynskja Sjúrði hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar.

Fylg við if.fo fyri at fáa tey nýggjastu tíðindini við.

 

KOYR Á, ÍF!

 

mynd: nsi.fo