Tað er ikki hissini søguríkum liði, ið vit skulu møta í UEFA Europa League. Í lutakastinum í dag, fall tað í okkara lut at spæla í móti Linfield FC. Heimavøllurin eitur Windsor Park og liggur í Belfast. Liðið er stovnað í 1886, og hevur vunnið landskappingina ikki færri enn 51 ferðir. Í steypakappingunum kunnu teir eisini erpa sær av at hava vunnið mest. Irish Cup 42 ferðir, Irish League Cup 9 ferðir og County Antrim Shield 43 ferðir. Seinast Linfield vann meistaraheitið var í 2012, sum samstundis var triðja árið á rað, at teir hevjaðu steypið upp um høvd.
Ikki gekst teimum so væl í 2012/13, har teir einki vunnu. Cliftonville var greiður vinnari við 91 stigum, Crusaders somuleiðis greiðir nr. 2 við 83 stigum, meðan Linfield gjørdist nr. Við 62 stigum. At felagið ikki er nøgt við at vera so langt aftan fyri nr.1 sæst aftur í, at síðani kappingin endaði, hava teir skrivað undir við ikki færr enn 9 leikarum.

Linfield hevur einaferð áður vitjað her á landi, Tað var í 2012, tá ið teir spældu í móti B36. Báðir dystirnir endaðu við 0-0, men tíverri vann Linfield brotssparkskappingina.
————————————————–
Heimadysturin er settur til at vera 4. juli, men mikið møguliga verður hann framskundaður til 3. Um so verður, verður útidysturin 10. juli.
Síðani lutakastið var liðugt, hava okkara umboð, Magnus Jørmundsson og Ólavur Larsen, tingast við Linfield, samstundis sum teir kanna ferðamøguleikar.