Við silvurkrúnunum í fjør, var tann ítróttarligi parturin av at kunna spæla í Europa League avgreiddur. Tó so, so er UEFA eitt stórt samtak, ið setur nógv krøv – krøv, ið krevja nógva umsitingog tekur hetta drúgva tíð. Í dag komu so boðini um, at tann parturin eisini er í lagi, so at vit eru við í lutakastinum í Nyon 23. juni.

Nevndin skal við hesum takka Duritu Toftegaard, Jóan Paula Olsen og hinum, ið hava hjálpt teimum báðum við hesum stóra arbeiði, sum tey hava gjørt fyri felagið.

Koyr á, ÍF!