Print Friendly, PDF & Email

Ímeðan fyrireikingarnar til Varmakeldustevnuna eru í gongd, so merkir hetta samsundis, at fremsta mansliðið hjá okkum skal fyrireika seg til evropeiskan fótbólt. Flotta úrslitið í 2012 hevur nevniliga við sær, at vit skulu út aftur í Evropa at spæla fyri aðru ferð í søgu felagsins. Mánadagin á middegi finna vit út av, hvørjum liðum vit kunnu møta, og verða formaðurin, Magnus Jørmundsson, og fyrrverandi formaðurin, Ólavur Larsen, við til lutakastið, ið verður í Nyon, sum er nakað uttanfyri Genevé í Sveis. Í 2011 trektu við KR úr Reykjavík og taptu vit tá 3-1 í Gundadali og 5-1 í Íslandi. Málini hjá okkum skutu ávikavist Dánjal á Lakjuni og Nenad Saric.

Vit vita sjálvandi ikki enn, hvørjum liðum vit kunnu møta, men har eru tó onkrar stórar ítróttarligar avbjóðingar við í pottinum. Tey størstu feløgini eru uttan iva Rosenborg, ið hevur luttikið ofta í Champions League bólkaspælinum, og so Malmø, ið er kent fyri m.a. annað at hava ment Zlatan Ibrahimovic og, sum var í Føroyum fyri nøkrum árum síðan tá HB fekk ein 1-1 javnleik í Gundadali. Annars eru onnur lond sum t.d. Ísland, Wales og Finland, sum liggja nær við okkum, men tó kunnu vit enda í m.a. Georgia, Bosnia-Herzogovina og Kasakstan. Ein leinkja við hvørji lið eru í okkara potti er her: http://en.wikipedia.org/wiki/2013%E2%80%9314_UEFA_Europa_League – vit kunnu hitta liðum í “first qualifying round”.