Print Friendly, PDF & Email

Vit hava í kvøld gjørt avtalu við nýggjan málmann.

Talan er um 21 ára gamla Oliver Nickolaj Djuraas Korch, sum vanliga verður nevndur Oliver Korch. Oliver er úr Danmark, har hann hevur umboðað núverandi superligufeløgini FC Midtjylland og Hobro, umframt hann eisini hevur spælt við Hvidovre og B1908, sum ein ávísur Øssur M. Dalbúð eisini hevur spælt.

188 cm høgi Oliver hevur eisini spælt  37 U-landsdystir fyri Danmark í aldursbólkunum U16, U17, U18, U19 og U20.

Til stuttleikar kann nevnast, at Oliver hevur verið og royndarvant í stórfeløgunum Inter Milan og Manchester City, tá hann var í U17 aldri, og eitt ár seinni var hann á vitjan hjá Tony Pulis og Stoke.

Vit ynskja Oliver hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar og ÍF, og gleða okkum til komandi kappingarár.

 

Koyr á, ÍF!