Print Friendly, PDF & Email

Sunnudagin spældu kvinnurnar hjá okkum í móti Víkingi. Fyri dystin í dag høvdu vit møtt grannunum tvær ferðir í Gøtu. Í landskappingardysti, har vit vunnu 2-1, meðan vit fyri 3 vikum síðani taptu 3-1 í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. So ikki kundi sigast annað enn, at tað var við spenningi, at liðini fóru á vøllin í gjár.

Fyri okkum byrjaðu hesar inni:

Mál: Jónfríð Hansen

Verja: Marta Thomsen, Mirjam F. Davidsen, Johanna Egholm, Durita Nielsen

Mið: Erla Róin, Mirjam Hansen, Mary-Ann Zachariassen, Elsa G. Sevdal

Álop: Kristina Obradovich, Dania S. Olsen

Á beinkinum:

Rósa Olsen, Thurid A. Petersen

5 min inni í seinna hálvleik koma Rósa inn fyri Daniu.

Elsa G. Sevdal skeyt málið umleið 4-5 minuttir áðrenn leiktíðin var av. Innlegg frá høgru síðu inn í 5m, Víkingur fekk ikki bóltin burtur og Elsa skeyt kontant í mál. 1-0.

 

Í fyrra hálvleiki var heldur javnt spæl. ÍF fekk kolldømt eitt mál eftir 3 minuttum. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki fekk ÍF meira yvirtak.

Í seinna hálvleiki hevði ÍF tað mesta av spælinum og legði trýst á longri frammi á vøllinum, men gekk illa at fáa mál hóast Rósa, Elsa og Kristina høvdu fleiri góð álop. Í umleið 30. minutti var aftur mál kolldømt vegna rangstøðu, men var hetta ein sera ivasom avgerð.

Víkingur hevði serliga tvey vandamikil álop í seinna hálvleiki, Jóhanna á høgra vong báðu ferðir, men Jónfríð bjargaði flott. Leikari hjá Víkingi fekk gult kort fyri hevndaratsøkn ímóti Erlu eftir at bóltur var spældur burtur. Hví liturin ikki var ein annar, veit einans dómarin.

Við trimum stigum løgdu vit sjógv í millum okkum og grannarnar. Nú eru einans 4 stig upp til bronsuna, meðan Víkingur er einans 4 stig frá niðurflyting.
Støðan í kvinnudeildini: http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=67

Við støði í serliga seinna hálvleik, hava kvinnurnar gott mót til retur-dystin í steypakappingini tann 30. juni í Fløtugerði.