Print Friendly, PDF & Email

Í dag er arbeiðið at skifta og umvæla vøllin í Fløtugerði liðugt. Idé Møblar handaði vøllin til Fuglafjarðar Kommunu, og nú er hann so klárur at brúka. Vit skulu í hesum sambandi takka grannunum úr Gøtu og Leirvík fyri gott samstarv og nýtslu av teirra vøllum, nú vit hava verið okkara fyri uttan í nakrar vikur. Fyrstu almennu tiltøkini á vøllinum verða Varmakelduskrúðgongan leygardagin og brotssparkskappingin á Varmakeldustevnuni sunnudagin. Á myndini síggjast Sonni á Horni, borgarstjóri, Leif André Eliasen, formaður í ÍF og Birgir Andreasen úr Idé Møblum.