Hallgrím G. Hansen heldur fram í Fuglafirði PDF Print E-mail
Týsdagur, 07 Februar 2012 22:49

Hallgrím kom til Fuglafjarðar við kappingarbyrjan 2011, einans 16-ára gamal. Sjálvt unga aldurin, hevur Hallgrím longu spælt 5 dystir í málinum á besta liðnum hjá ÍF, og hann hevur útvikla seg sera nógv seinasta árið. Nú er Hallgrím vorðin 17-ára gamal, og vit kunnu við gleði boða frá, at Hallgrím hevur undirskrivað ein 1-ára sáttmála við ÍF.

 

Vit vilja ynskja Hallgrím góða eydnu víðari í ár í Fuglafirði.

 

KOYR Á ÍF !!

Seinast dagført Týsdagur, 07 Februar 2012 22:56
 
Fyrsti venjingardystur leiktur, ÍF - Skála PDF Print E-mail
Mánadagur, 06 Februar 2012 23:25

Fyrsti venjingardysturin í árinum var leiktur leygardagin 4. februar í Fuglafirði, har mótstøðuliðið var Skála. Nakað av áskoðarum vóru møtt upp til fyrsta bríksl, og fótbóltsprátið um føroysku kappingina kundi byrja uttanfyri vøllin. Á ÍF liðnum vóru hesir leikarar at síggja: Hallgrím G. Hansen, Áki Petersen, Bartal Eliasen, Karl Løkin, Høgni Zachariassen, Alex Jovevic, Bogi Løkin, Nenad Saric, Dánjal á Lakjuni, Ari Ellingsgaard, Margeir Toftegaard, Leivur Joensen og tveir evnaríkir leikarar frá Skála, sum hava vant við í ÍF hópinum í nakrar dagar, Jákup Johansen og Brian Jacobsen. Jákup Mikkelsen og Jan Ellingsgaard eru smáskaddir, og tí sótu teir uttanfyri til dystin. Uni R. Petersen og Clayton Soares eru ikki komnir til landið enn.

 

Dysturin var sum fyrsti venjingardysturin í árinum skal verða, har bæði liðini royndu at fáa spælið at koyra fyrst og fremst. Tað sást, at liðini ikki hava vant tað heilt stóra enn, men flótandi spæl var at síggja frá báðum liðum til tíðir. Dysturin endaði 3-1 til ÍF, við málum frá Brian Jacobsen, Nenad Saric og Karl Løkin; vit vita tíverri ikki hvør málskorarin hjá Skála var, haldi okkum til góðar. Hesi bæði liðini møtast aftur til dyst á Skála komandi leygardag (11. februar) kl. 11.00. Hetta verður fyrsti veruligi møguleikin fyri, at síggja nýggja ÍF leikaran, Thomas Asmussen, í dysti. Stuttligt hevði verið at sæð nakrar ÍF áskoðarar til venjingardystin á Skála.

 

KOYR Á ÍF !!

Seinast dagført Týsdagur, 07 Februar 2012 23:45
 
Nýggjur ÍF leikari PDF Print E-mail
Hósdagur, 02 Februar 2012 20:06

Í kvøld er ein 1-ára avtala gjørd við 21-ára gamla Thomas Asmussen, sum hevur umboða AB í Danmark undanfarin ár. Thomas er ein offensivur miðvallari við framúr góðum fótbóltsevnum, og ÍF venjarin, Flemming Christensen, væntar sær sera nógv av unga dananum, sum hann hevur havt sum leikara, tá hann var venjari hjá AB. Hann kemur til Føroya komandi mánadag, og spennandi verður at fylgja nýggja ÍF leikaranum.

Vit vilja ynskja Thomas Asmussen vælkomnan til Fuglafjarðar og góða eydnu í ÍF búnanum.

KOYR Á ÍF !! 

 
BN Cup innandurakapping í Runavík 11-12 februar 2012 PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Týsdagur, 31 Januar 2012 12:13

Ì samstarvi við Bank Nordik skipar ungdómsnevndin hjá NSÍ fyri innandura fótbóltskapping í Ìtróttahøllini í Runavík leygardagin 11 februar og sunnudagin 12 februar.
Aldursbólkar:
Pinkur 7-9 ár (f. 2002-04)
Gentur 10-11 ár (f.2000-01)
Smágentur 12-13 ár (f. 1998-99)
Gentur 14-17 ár (f. 1994-97)
Pinkulingar 6-7 ár (f.2004-05)
Smápiltar 8-9 ár (f.2002-03)
Piltar 10-11 ár (f.2000-01)
Smádreingir 12-13 ár (f.1998-99)
Dreingir 14-16 ár (f. 1996-97)
Unglingar 17-18 ár (f 1994-95)
Við liðunum g.14-17 ár, dreingir 14-16 ár og unglingar eru 4 leikarar, málverji íroknaður. Við hinum liðunum leika 5 leikarar, málverji íroknaður.
Loyvt er at hava ein skiftisleikara á hvørjum liði. Liðini skulu hava egin nøvn, ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki
Tilmelding á telefon 779096, 270207, ella á teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
í seinasta lagi hósdagin 9 februar kl. 19.00

Kostnaður fyri hvørt liðið er 300 kr.
Sí heimasíðu felagsins www.nsi.fo

Seinast dagført Týsdagur, 31 Januar 2012 12:15
 
2. lið byrjar at venja PDF Print E-mail
Fríggjadagur, 27 Januar 2012 22:08

Nú er "Meistardeildin" hjá ÍF byrja at venja aftur, og tað næsta á skránni er 2. liðið. Fyrsta venjing verður mikukvøldið 1. februar kl. 18.30 á vøllinum á Fløtugerði. Allir leikarar, ið ætla sær at leika í vaksnamannadeildunum hjá monnum í ÍF í ár, eru ótrúliga vælkomnir - jú fleiri, jú betri!

 

Vónandi verður uppmøtingin góð til fyrstu venjingina í nýggja árinum.

 

KOYR Á ÍF !!

 
« StartPrev12345678910NextEnd »

Page 1 of 49

Reyðakortið

 

 

Næsti dystur

Vit takka fyri í ár

og síggjast til komandi ár

Stigatalva

Vodafonedeildin
  MDP
B36273567
EBS273360
VÍK273159
NSÍ271141
27-234
B6827032
7 ÍF27-828
HB27-1026
07V27-3524
10 B7127-5511

Seinasta umfar

Vodafonedeildin
Ley, Oktober 22, 2011
ÍF - 07V 1 : 2
B36 - HB 3 : 2
B68 - EBS 3 : 2
- VÍK 1 : 4
B71 - NSÍ 1 : 3
Facebook Fanbox 1.5.x.0

 

 

Høvuðsstuðlar

Stuðlar


Powered by Joomla!. Designed by: Free Joomla Template, m6.net reviews. Valid XHTML and CSS.